Tað var ein fegin fyrstvald hjá Tjóðveldi, sum vitjaði FM1-rásarúmið fyrrapartin - nakar tímar eftir at hon varð staðfesti sum yngst valda tingfólk í søguni.
20-ára gamla Bjørg Brynhildardóttir Egholm er takksom fyri stóra stuðulin um landið alt - annars hevði stjørnuskotið so at siga bara væntað nakað í høvuðsstaðnum.
Hoyr alla samrøðuna her: Bjørg og Sirið: - Tað er so týðandi at tey ungu sleppa framat við sterkari rødd
Tað var ein troytt, men fegin Bjørg Brynhildardóttir, sum í gjárkvøldið fegnaðist saman við floksfeløgum um úrslitið - og sum royndi at svara fólki.
Ein rørd og fegin Bjørg Brynhildardóttir Egholm, meðan úrslitini komu inn (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald