Fyrsta umfar av sendirøðini um Harry Potter, sum annars skuldi frumsýnast í 2027, verður tøk á jólum í ár.
Tað er HBO Max, sum stendur fyri at gera væl umtóktu bøkurnar hjá J.K Rowling um Harry Potter til sendirøð.
Fyrsta bókin kom út í 1997 og fyrsti filmurin var vístur í biografunum í 2001. Tá hevði Daniel Radcliffe høvuðsleiklutin sum Harry Potter, og Emma Watson og Rupert Grint spældu vinir hansara, Hermione og Ron.
HBO Max hevði á heysti 2024 upptøkuroyndir til leiklutirnar og fleiri enn 30.000 børn royndu seg.
Valið fall á Dominic McLauhlin, Arabella Stanton og Alastair Stout sum ávikavist spæla Harry Potter, Hermione Granger og Ron Weasly í nýggju sendirøðini.
Síggj brellbita av nýggju Harry Potter-sendirøðini omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald