Samgongusamráðingarnar fara av álvara í gongd tá Beinir Johannesen í dag væntandi fær samráðingarættin.
Og tað er eitt breitt samstarv, sum formaðurin í Fólkaflokkinum og vinnarin av valinum, ynskir.
Tað segði Beinir Johannesen, tá hann var á vitjan hjá FM1 seinnapartin í gjár.
- Vit hava nógvar møguleikar. Tað er tí eg vil brúka møguleikan, um tað fellur mær í lut, at tosa við allar flokkar og vita, um man kann finna eitt felgas stev. Og gjarna so breitt sum møguligt um tað ber til
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur fyrsta samráðingarætt og hann gjørdi greitt, at bar tað ongan veg í gjár, fór hann formliga at leggja frá sær. Tað var tað sum hendi klokkan 9, og klokkan 11 eru floksforfólkini boðsend at peika á, hvønn tey ynskja sum nýggjan samráðingaleiðara.
Alt bendir á, at tað verður Beinir Johannesen.
Øll sendingin Føroyar hava valt á FM1 sæst niðanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald