Innanlands

Video: - Ynskja serliga eina samgongu við Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin

Sirið Stenberg staðfestir, at Tjóðveldi sær hetta sum bestu loysnina - bæði fyri at skapa loysnir í Føroyum og fyri at í størri mun loysa seg frá Danmark. - Tíðin er búgvin at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin samstarv aftur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-28 12:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ikki síðani tíðliga í hesari øldini, hava Tjóðveldi og Fólkaflokkurin verið í samgongu saman, men eftir at Sirið Stenberg hevði verið inni hjá løgtingsforkvinnuni Bjørt Samuelsen og peikað á Beinir Johannesen sum samráðingarleiðari, vísti hon ikki óvæntað á góða møguleikan.

- Vit ynskja at vera við í einari breiðari samgongu, og eg síggi serliga ACE sum ein góðan mørguleika.

Sirið Stenberg heldur, at Sambandsflokkurin hevur sett seg ov langt frá, í mun til sambandið við Danmark, til at eitt samstarv við Tjóðveldi er sannlíkt. 

Forkvinnan í Tjóðveldi sær ikki eitt møguligt samstarv við Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin sum nakran trupulleika, í mun ymiskleika í tingmanning. Heldur sær Sirið Stenberg spennandi møguleikar. Bæði í mun til at arbeiða við loysnin í Føroyum og í sambandinum við Danmark.

Nú vónar vágbingurin at verða bjóðað til boriðið - hon útilullar heldur ikki eina "fullveldissamgongu" við millum annað Framsókn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder