Hon kennir seg ikki veruliga vera lidna við politikk, og havnarkvinnan skal "venja seg við ikki at blanda seg".
- Tað er bara ein kensla eg havi hvønn morgun - at eg ikki eru liðug við politikk - og eri ikki komin til sættis við nýggja veruleikan enn. Men man skal eisini finna hurðina, og um man
61-ára gamla Bjørt Samuelsen hevur verið virkin í politikki í yvir 18 ár. Tjóðveldiskvinnan varð vald á ting í januar 2008 og hevur, umframt at verið tingkvinna, virkað sum landsstýrisfólk og tingforkvinna.
Hon fekk 759 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022 og var næstvald á Tjóðveldislistanum. Tveir dagar eftir at Aksel V. Johannesen í síðsta mánaða útskirvaði val, boðaði Bjørt Samuelsen frá, at hon gevst í polikki.
- Árini leggjast skjótt afturat, og skal eg ganga aðra leið, so er løtan nú.Tað hevur verið ein heiður at vera tingkvinna í so mong ár, og ikki minni at røkja sessin sum løgtingsforkvinna hesa seinastu setuna, skrivaði Bjørt Samuelsen.
Les eisini: Løgtingsforkvinnan takkar fyri seg
Í dag staðfesti ein heldur rørd løgtingsforkvinna, at tað er og verður torført at venja seg við nýggja veruleikan. Bjørt Samuelsen ætlar sær fyrst at arbeiða við egnu fyritøkuni innan samskifti.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald