Iranska kollveltingarverjan hóttir við at leypa á amerikonsk universitet í Miðeystri, eftir at tvey iransk universitet sigast at vera rakt í einum álopi á høvuðsstaðin Teheran leygarnáttina.
Skal Iran ikki hevna seg inná amerikonsku universitetini í økinum, skal amerikanska stjórnin fordøma álopið á universitetini í Teheran í almennari fráboðan í seinasta lagi á middegi mánadagin 30. mars iranska tíð, sigur iranska kollveltingarverjan sambært Ritzau.
Í somu fráboðan heitir kollveltingarverjan á starvsfólk, undirvísarar og lesandi á amerikonskum universitetum í økinum, umfram búfólk í økinum um at halda seg ein kilometur frá universitetsøkinum.
Fleiri amerikonsk universitet halda til í Miðeystri. M.a. Texas A&M University i Katar og New York University i Sameindu Arabisku Emiratunum.
Tað var leygardagin, fýra vikur eftir, at kríggið í Iran byrjaði, at iransk universitet vórðu rakt í einum loftálopi á Teheran. Bygningar fingu skaða, men eingin fólkaskaði var, bleiv upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald