Uttanlands

Ukraina og flógvalond gjørt avtalu um verjusamstarv

Ukraina hevur gjørt 10 ára avtalur við Katar, Sameindu Arabisku Emiratini, og Saudiarabia

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2026-03-29 10:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hevur Ukraina gjørt avtalur um verjusamstarv við bæði Katar og Sameindu Arabisku Emiratini, og fyrr í hesum mánaðinum varð ein avtala eisini gjørd við Saudiarabia.

Ukraina hevur sent dronuserfrøðingar til øll trý lond, sum skulu hjálpa við verju móti dronum og rakettum, skriva tíðindastovurnar Ritzau og Reuters.

Ukraina framleiðir meira dronuverjutøkni, sum landið hevur tørv á og kallar sína dronuverju ta bestu í heiminum.

Avtalurnar kunnu hjálpa Ukraina við at uppbyggja betri samband við flógvalondini, sum hava nógva olju og harvið pengar, sum kunnu hjálpa ukrainum.

Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj er talan í øllum trimum førum um tíggju ára avtalu. Ukraina hevur ikki upplýst nærri um avtalurnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder