Í dag og í morgin hittast uttanríkismálaráðharrar úr Pakistan, Saudiarabia, Turkalandi og Egyptalandi í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad at umrøða kríggið í Miðeystri.
Ráðharrarnar fara at umrøða eina rúgvu av evnum, m.a. royndirnar at minka um spenningarnar í økinum, sigur pakistanska uttanríkismálaráðið.
Eisini skulu teir hitta pakistanska forsætisráðharran, Shehbaz Sharif, skrivar Ritzau.
Pakistan verður meklari millum Iran og USA, sum hava verið í kríggj í fýra vikur nú, og leygardagin tosaði pakistanski forsætisráðharrin í telefon við iranska forsetan, Masoud Pezeshkian.
Teir báðir tosaðu saman í ein tíma um m.a. royndirnar at fáa ein enda á stríðnum í Miðeystri, og kunnaði Sharif Pezeshkian um diplomatiska sambskiftið við USA og flógvalondini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald