Leygardagin luttóku umleið átta milliónir fólk í sonevndu "No Kings"-mótmælunum í USA.
Tað boðaði rørslan No Kings, (Fø: Ongar kongar), sum skipaði fyri mótmælunum, frá í tíðindaskrivi sambært fleiri tíðindastovum.
– Í minsta lagi átta milliónir fólk savnaðust í dag á fleiri enn 3.300 tiltøkum tvørturum allar 50 statir, stendur í tíðindaskrivinum.
Talan var, sambært fyriskiparunum, um eina millión fleiri luttakarar - og 600 fleiri tiltøk - enn í oktober, tá tað seinast varð skipað fyri "No Kings"-mótmælum.
Við heitinum "No Kings" verður víst á, at eingin í USA, heldur ikki forsetin, Donald Trump, er kongur.
Sambært tíðindastovuni AP luttóku fimm milliónir fólk í fyrstu "No Kings"-mótmælunum í juni. Í oktober var talið komið upp á sjey milliónir, og leygardagin var talið, sum áður nevnt, átta milliónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald