Leygardagin fekk Beinir Johannesen samráðingarrættin, eftir at øll forfólkini vístu á oddamannin í størsta flokkinum sum samráðingarleiðara.
Síðani hevur formaðurin í Fólkaflokkinum samskift við allar flokkar, og fyrrapartin gjørdist greitt, hvat Beinir og hini hava peikað á: Man fer - í øllum førum í fyrstu syftu - at royna at at skipa eina samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkinum
Les eisini: Samráðingar vera um ABC-samgongu
Persónar hava prátað aftur og fram, men veruligu samráðingarnar byrja í morgin, mánadagin 30. mars, klokkan 10.
Beinir Johannesen hevur til fríggjadagin 10. apríl at royna at skipa eina samgongu. Um tað ikki er eydnast áðrenn tað, so skal nýtt forfólkaumfar vera - har øll fara inn til Bjørt Samuelsen aftur - ella noyðist man at biða um longda freist.
Sí eisini samrøðu við Bjørt Samuelsen, har hon greiðir frá sínum sorgblídni - og mannagongdunum nú: Løgtingsforkvinnan: - Enn ikki komin til sættis við nýggja veruleikan
Eftir at hann hevði fingið samráðingarrættin, gjørdi Beinir Johannesen greitt, at tað verður mest nátúrligt við honum sum løgmanni - toppskoraranum á valinum og formanninum í størsta flokkinum. Um so er, verður klaksvíkingurin greitt yngsti løgmaður higartil. Formenninir í hinum báðum flokkinum í samráðingunum hava verið løgmenn áður.
Sí eisini: - Natúrligt at tað verður undir leiðslu av Fólkaflokkinum og við mær sum løgmanni
ABC-samgongur eru ikki óvanligar í hesari øldini. Hendan samansetingin hevur 22 tingsessir, sum uppteljingin omanfyri vísir.
Portalurin og FM1 fylgja samráðingunum tætt næstu tíðina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald