Klokkan tíggju sessast umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin í einum fundarhøli beint við Løgtingið. Hol verður sett á samráðingar, har endamálið er at skipa eina nýggja og breiða samgongu.
Sí eisini: Byrja klokkan 10 í morgin - Beinir Johannesen og hini hava til 10. apríl
ABC er søguliga ikki millum tær mest vanligu samgongurnar. Men frá tíðliga í 2004 til tíðliga í 2008 sótu teir tríggir flokkarnir í samgongu við Jóannes Eidesgaard (C) sum løgmanni.
Eftir løgtingsvalið 19. januar 2008 fór Javnaðarflokkurin í samgongu við Tjóðveldi og Miðflokkin, men vegna eina skrivstovu og eitt lás í Tinganesi - og onnur ting eisini - slitnaði longu í september sama ár.
Fólkaflokkurin fór av skútuni fyri tíð fyri 15 árum síðani
Tá, fyri nú 17 og einum hálvum ári síðani, kastaði Javnaðarflokkurin aftur saman við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum. Hesaferð var tað við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni.
Hetta helt tó ikki alt tingskeiðið út. Í apríl 2011 varð Fólkaflokkurin koyrdur úr samgonguni vegna ósemju um íløgukarmin og veiðugjøld. Samgongan helt fram í umleið eitt hálvt ár sum minnilutasamgonguna við Tjóðveldi sum stuðulsflokki.
Aksel V. Johannesen hevur broytt hugsan
Tá var Aksel V. Johannesen fíggjarmálaráðharri, og gjørdist hann um ta mundið formaður í Javnaðarflokkinum. Síðani gjørdist talan um borgarliga samgongu: Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin funnu saman aftur seinni í 2011, og stutt seinni segði Aksel V. Johannesen at Javnaðarflokkurin ikki fór í samgongu aftur við Fólkaflokkin, so leingi sum hann sat sum formaður.
Í politikki hevur man tó javnan eina greiða støðu og eitt sjónarmið, til man hevur eitt annað. Og á landsfundinum í fjør staðfesti formaðurin í Javnaðarflokkinum, at Fólkaflokkurin aftur er ein møguleiki fyri C.
![]()
Aksel V. Johannesen legði leygarmorgunin samráðingarrættin, og í roynd og veru løgmansembætið frá sær. Nú hevur bróðursonurin sent boð eftir honum: Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin vera fyri fyrstu ferð í nærum 18 ár við eitt samráðingarborð, har samgongumøguleiki er á borðinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Bárður og breiða semjan
Bárður á Steig Nielsen var fíggjarmálaráðharri fyrsta partin av fyrra ABC-skeiðnum. Men í mai 2007 tók vestmenningurin við sum stjóri i í felagnum, sum skuldi standa fyri størstu verkætlan í føroyskari byggi- og handilssøgu, Stórutjørn.
Hon varð av ongum vegna altjóða fíggjarkreppuna, sum rakti Føroyar stutt seinni, og Bárður á Steig Nielsen var aftur í politikki í 2011. Fimm ár seinni, eftir keðiliga valið hjá Sambandsflokkinum, tók hann við eftir Kaj Leo Holm Johannesen sum formaður floksins.
Tá Sambandsflokkurin í 2019 aftur kastaði saman við Fólkflokkinum - og tá Miðflokkinum - var tað í borgarligari samgongu við Bárði á Steig Nielsen sum løgmanni.
Nú er tað nógv, ið bendir á, at ein ein breið semja, sum partvíst ger upp við blokkpolitikkinum í Føroyum seinastu 15 árini, er á veg. Tað verður við Beini Johannesen sum samráðingarleiðara.
Les eisini: Samráðingar vera um ABC-samgongu
Hvussu væl tað eydnast, verða vit klókari uppá gjøgnum vikuna. A, B og C leggja fyri klokkan 10 og skulu royna at finna semjur á ymisku økjunum - eins og flokkarnir gjørdu tíðliga í øldini.
Portalurin og FM1 fylgja samráðingunum tætt næstu tíðina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald