Á býráðsfundi tann 23. mars varð samtykt at keypa nýtt graslíki til sparkivøllirnar í Saltnesi og úti á Nesi.
Nes Kommuna hevði biðið um tvey tilboð. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá Ide Møblum, sum er av sama slag, sum er er á nýggja vøllinum á Svangaskarði. Tó eru grasstráiini nakað styttri.
Móti sumri fer kommunan at taka tað gamla av og beina tað burtur, so Ide Møblar kann leggja nýggja graslíki á.
Tað hevur í longri tíð verið eitt ynski um at dagføra sparkivøllirnar, so kommunan bæði vónar og væntar, at hetta átakið eisini verður við til at bøta um trivnaðin hjá børnum og ungum.
Nes kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald