Eftir seks ára langan steðg hevur kinesiska flogfelagið Air China tikið uppaftur ferðafólkaflúgving millum kinesiska høvuðsstaðin Beijing og norðurkoreanska høvuðsstaðin Pyongyang.
Fyrsta flogfarið hjá Air China lendi í Pyongyang í nátt okkara tíð, skriva tíðindastovurnar Ritzau og AP.
Hetta hendir, eftir at beinleiðis toksambandið millum Beijing og Norðurkorea varð tikið uppaftur fyrr í hesum mánaðinum.
Kina er størsti handilsfelagi hjá Norðurkorea og ein týðandi politiskur stuðul.
Møguleikin av ferðast millum hesi bæði grannalondini hevur tó verið sera avmarkaður síðan 2020, tá koronafarsóttin hevði við sær afturlatingar av landamørkunum.
Í fjør varð beinleiðis flog- og toksamband millum Norðurkorea og Russland tikið uppaftur, og norðurkoreanska flogfelagið Air Koryo byrjaði at flúgva aftur millum Beijing og Pyongyang í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald