Tórshavnar kommuna bjóðar nú út grundøki til bygging av frítíðarhúsum á havnarlagnum í Hesti.
Talan er um eitt grundøki á 1.900 fermetrar.
Endamálið við útbjóðingini er at skapa eitt samanhangandi frítíðarhúsøki við íblástri frá føroyskum neystum og sjóvarmálanum, sum virðir landslagið og samstundis styrkir bygdarlívið í Hesti, skrivar kommunan.
Dentur verður lagdur á arkitektoniska heild, góð útirúm og atkomu til alment fríøki fram við sjóvarmálanum.
Sambært kommunnuni er útbjóðingin serliga ætlað arbeiðstakarum, byggifyritøkum og feløgum, ið ynskja at menna verkætlanina sum eina samlaða loysn.
Tilboð skulu latast inn umvegis útboðsportalin hjá Tórshavnar kommunu á utbod.torshavn.fo í seinasta lagi 15. mai 2026 klokkan 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald