Fríggjadagin vórðu starvsdagar hildnir fyri seks reingerðarfólkum í Vestmanna kommunu.
Starvsdagarnir, ið vórðu hátíðarhildnir vóru 35, 30, 20 og 15 ár.
Løtan var í hugnaliga Spælhúsinum á bedingini, har starvsfólk og familjulimir vóru møttir.
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, helt røðu og takkaði fyri trúfesti og arbeiðssemi, Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini handaði gávur og síðan sang Magni Christiansen nakrar sangir.
Starvsdagarnir vóru hesir:
- 35 ára starvsaldur – Hervør Dahlbergsdóttir
- 35 ára starvsaldur – Katrina Müller
- 30 ára starvsaldur – Sigrid Petersen
- 20 ára starvsaldur – Elin Jensdóttir
- 20 ára starvsaldur – Sarita Funn
- 15 ára starvsaldur – Joan Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald