Uttanlands

Fleiri amerikonsk universitet flutt undirvísingina á netið eftir hóttanir úr Iran

Iran hevur hótt við at leypa á amerikonsk universitet í Miðeystri, eftir at tvey universitet í Teheran vórðu rakt í einum álopi um vikuskiftið

Mótmælisfólk mótmæla Gaza-kríggið uttanfyri American University of Beirut í 2024 (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk mótmæla Gaza-kríggið uttanfyri American University of Beirut í 2024 (Mynd: EPA)

2026-03-30 13:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iran hevur hótt við at leypa á amerikonsk universitet í Miðeystri, eftir at tvey universitet vórðu rakt í einum álopi á iranska høvuðsstaðin Teheran um vikuskiftið. Tað hevur fingið fleiri amerikonsk universitet í økinum at flyta undirvísingina á netið.

American University í Armenia hevur valt at hava alla undirvísingina umvegis netið í dag.

Líknandi fráboðanir eru komnar frá American University of Beirut í Libanon, har øll undirvísing verður flutt á netið komandi tveir dagarnar, og frá American University of Madaba í Jordan, har undirvísingin verður á netinum fram til hósdagin, skrivar Ritzau.

Universitetið í Armenia skrivar, at avgerðin er tikin fyri at binda um heilan fingur, og hevur stovnurin ikki fingið nakrar beinleiðis hóttanir.

Les eisini: Iran hóttir við at leypa á amerikonsk universitet

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder