Innanlands

Landið sparir 6,5 milliónir við Keyp Landsins

Royndirnar í 2025 staðfesta, at útboð er eitt sterkt amboð hjá landinum fyri at effektivisera almenna raksturin og stimbra kapping

2026-03-30 16:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

2025 hilnaðist væl hjá Keyp Landsins.

Aldri áður eru so nógv útboð stovnað, metnógvir rammusáttmálar eru gjørdir og alsamt fleiri stovnar bjóðaðu uppgávur út, skrivar Keypsportalurin í tíðindaskrivi.

Standardiseringin av vørukeypinum hjá tí almenna merkir eina sparing á fleiri milliónir hjá almennu stovnunum, eina virkna kapping á marknaðinum, har allar fyritøkur fáa javnbjóðis møguleika, og at gjøgnumskygni verður tryggjað fyri øll almenn keyp.

Í alt verður mett, at verandi rammusáttmálar hjá landinum merkja eina árliga sparing fyri landsins stovnar á umleið 6,5 milliónir krónur.

Royndirnar í 2025 staðfesta enn eina ferð, at útboð er eitt sterkt amboð hjá landinum fyri at effektivisera almenna raksturin og stimbra kapping.

Les alla ársfrágreiðingina á keypsportal.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder