Skírisdag og langa fríggjadag verður høvi at hoyra yndisligan, máttmiklan og ikki minst dramatiskan klassiskan tónleik. Eysturríska tónaskaldið, Anton Bruckner (1824-1896), er helst mest kendur fyri sínar symfoniir, men hann skrivaði eisini fleiri messur fyri kór, solistar og orkestur, sum javnan eru at hoyra á tónleikapallum kring heimin.
Messan er ein sonevnd missa solemnis ella “Grosse messe” sum vísir til, at tónleikurin er skrivaður fyri kór, stórt orkestur og oftast fýra solistar. Slíkar messur innihalda eisini øll tey sonevndu ordinariumsliðini í guðstænastuni: Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus, Benedictus og Agnus dei.
Messan er sostatt í seks satsum, hvør við sínum huglagi og dramatikki. Hendan messan í f-moll varar knappan tíma, og er ongantíð framførd í Føroyum fyrr.
Havnarkórið, (Útvarpskórið) varð stovnað í 1966, og hevur sostatt 60 ára stovningardag í ár. Umframt at framføra messuna hjá Bruckner undan páskum fer kórið at framføra ‘Messias’ hjá G.F. Handel í november.
Grosse messe í f-moll hjá Anton Bruckner:
Skírisdag 2. apríl kl. 16 í Varpinum í Klaksvík, atgongumerki kunna keypast í forsølu á varpid.fo
Langa fríggjadag 3. apríl kl 17 í Vesturkirkjuni
Solistar:
Birita Poulsen (FØ), sopran
Kristín Sveinsdóttir (ÍS), alt
Petter Moen (NO), tenor
Rory Green (UK), bass
Konsertmeistari: Atli Ellendersen
Dirigentur: Leif Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald