Innanlands

Formansskifti í valstýrinum á Strondum

Petur Jákupsson, sum í mong ár hevur verið í valstýrinum fyri Stranda valstað, hevur valt at leggja frá sær

2026-03-31 14:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Petur var í 1993 valdur til eykalim í valstýrinum, og í 2001 kom hann inn sum fastur limur.

Tá Richard Johansen valdi at siga formanssessin frá sær í 2005, tók Petur við sum formaður. Fyrsta valið sum formaður var fólkatingsvalið 8. februar 2005.

Sum vanligt er, bjóðaði kommunustýrið valstýri og umsiting til morgunmat á valdegnum, og hesa ferð var Petur boðin við.

Eyðstein Heinesen, sum nú hevur tikið við sum valstýrisformaður, handaði Peturi eina gávu frá kommununi, við tøkk fyri trúgva tænastu. Eftirsum Petur ikki longur er formaður, fekk hann ta stóru æru at tryggja, at valkassin var tómur tá valhølið lat upp.

Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder