Innanlands

Beinir Johannesen og hini farin undir sjálvt samgonguskjalið

Á fyrsta samráðingardegnum hjá ABC, hevur arbeitt verið í fýra ymiskum bólkum, har millum annað orka og umhvørvi hava verið til viðgerðar. Ein bólkur, við millum annað formonnum, Annu Falkenberg og Ben Arabo situr við tí yvirskipaða

Tá formenninir fóru inn í hølini fyrrapartin. Har sita tey, sum ætla í samgongu saman, enn (Mynd: Sverri Egholm)

Tá formenninir fóru inn í hølini fyrrapartin. Har sita tey, sum ætla í samgongu saman, enn (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-30 18:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani klokkan 13 hava umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkinum sitið í bygninginum hjá Havnar Arbeiðarafelag, sum Løgtingið leigar seg inn í, og har nógv fundarhøli eru.

Sí eisini: Nú skulu øll uppí samráðingarnar

Talan er um tey 22, sum vórðu vald inn fyri hesar flokkarnar, umframt Anna Falkenberg. Hon er næstforkvinna í Sambandsflokkinum og fólkatingsumboð fyri flokkin.

Arbeitt hevur verið  í fýra ymiskum bólkum: Almanna og heilsumál, Orka og umhvørvi, skúla og mentamál hava verið á breddanum.

Umframt hetta hevur ein bólkur arbeitt yvirskipað - og millum annað hugt uppá haldføri og tjóðarsemjuna. Í hesum síðstnevnda bólkinum eru formenninir - Aksel V. Johannesen, Bárður Steig á Nielsen og Beinir Johannesen - umframt millum annað Anna Falkenberg og Ben Arabo.

Beinir Johannesen er í løtuni tann einasti, ið hevur almennar útsagnir.

Samráðingarleiðarin staðfestir fyri FM1 og Portalinum, at hann er uppaftur meira bjartskygdir uppá semju eftir fyrstu samráðingartímarnar. Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur, at man er farin undir sjálvt samgonguskjalið

Hoyr alla samrøðuna við Beinir Johannesen her

Ætlanin er at samráðast eina løtu afturat. Eftir hvíld byrja teir tríggir flokkarnir aftur fyrrapartin í morgin, týsdagin. Enn vanta veruligar samráðingar um stóru knútapunktini - og um málsøkjabýti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder