Fínteljingin í dag hevur eina broyting við sær í tingmanningini hjá Tjóðveldi.
Í mun til upplýsta talið á valkvøldinum, fær Eirikur í Jákupsstovu níggju atkvøður atkvøður og endar harvið á 313.
Harvið yvirhálar hann Jóhan Christiansen, sum annars stóð sum sættvaldur á lista E
Hetta hevur Portalurin fingið váttað í kvøld.
Fínteljingin av løgtingsvalinum vísti annars, at leirvíkingurin fekk 309 atkvøður og ikki 307, men av tí at veruliga talið hjá Eiriki í Jákupsstovu var 313, so legst hann afturat tingmanningini hjá Tjóðveldi.
Talan var sum skilst um fleiri atkvøður, ið vóru bólkaðar skeivt - undir skeivum navni á Tjóðveldislistanum.
Jóhan Christiansen verður ístaðin fyrsta varafólk
Hetta er fyrstu ferð, at Eirikur í Jákupsstovu er valdur á løgting. Hann varð fyrsti varamaður eftir valið í 2022, og hevur í júst farna tingskeiðið verið landsstýrismaður í ymiskum aðalráðum.
Harvið sær tingmanningin hjá Tjóðveli nú soleiðis út:
Bjørg Brynhildardóttir Egholm
Høgni Hoydal
Sirið Stenberg
Liljan Weihe
Hervør Pálsdóttir
Eirikur í Jákupsstovu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald