Samgongan, sum Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen í morgun fóru undir at royna at skipa, er tann samgongan, sum tey flestu ynskja í løtuni.
Í øllum førum sambært atkvøðugreiðsluni, sum er gjørd á Portalinum í dag. Omanfyri 6200 brúkarar atkvøddu frá umleið klokkan 14 í dga til klokkan 21 í kvøld.
Valmøguleikarnir vóru fleiri, men heili 48 prosent peika á Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin (ABC) sum tað, sum tey ynskja. Næst ABC er samgonga millum ACE, sum er millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum 25 prosent ynskja.
Tað skal nevnast, at í møguleikunum, sum vit løgdu í hesa atkvøðugreiðsluna, er eingin samanseting við Miðflokkinum í samgongu. Helst eru tey fleiri, sum sakna Miðflokkin í hasum samansetingunum, og tað eru eisini 11 prosent, sum hava valt møguleikan "Aðra samgongu".
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald