Tríggir av fýra sokallaðum norðuratlantiskum limum í fólkatinginum hava í dag verið ella skulu á vitjan hjá Mette Frederiksen í statsministaraborgini Marienborg norðan fyri Keypmannahavn.
Sjúrður Skaale hevur fyri donskum fjølmiðlum í dag boðað frá, at hann stuðlar Mette Frederiksen sum statsministari.
Hin føroyski fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, er ikki í Danmark í dag. Hon er heima í Føroyum sum aktivur partur av samgongusamráðingunum hjá Sambandsflokkinum við Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin.
Tey bæði nývaldu grønlendsku fólkatingsumboðini, Naaja Nathanielsen úr IA og Quarsoq Høeg-Dam úr Naleraq, skuldi bæði á fund við Mette Frederiksen í dag, tí tey kunnu væntast at stuðla eini komandi danskari stjórn undir reyðari leiðslu.
(Rætting: Vit skrivaðu upprunaliga, at Anna Falkenberg ikki fór at tosa við Mette Frederiksen í dag. Tað er ikki rætt. Hon skuldi hava ein 'online-fund' við Mette Frederiksen nú á middegi)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald