Uttanlands

500 heim á Orknoyggjunum uttan fast netsamband fleiri vikur

Ein sjókaðal slitnaði 16. mars - heldur ikki hesa vikuna eydnast at umvæla skaðan. Nú vóna tey, at kaðalin kann umvælast eftir páskir

Pierowall, størsti býurin á Westray - uttan netsamband síðan 16. mars (Mynd: orkney.com)

Pierowall, størsti býurin á Westray - uttan netsamband síðan 16. mars (Mynd: orkney.com)

2026-03-31 16:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meira enn 500 heim á teimum norðastu Orknoyggjunum hava verið uttan netsamband í vikuvís orsaka av einum sliti á einum sjókaðali.

Bretska telefelagið BT, sum eigur kaðalin, hevur nú boðað frá, at orsaka av vánaligu veðurlíkindunum, verður kaðalin heldur ikki umvældur hesa vikuna, skrivar orknoyski miðilin The Ordadian.

Tað var 16. mars, at sambandið gjøgnum kaðalin slitnaði av óvissum orsøkum millum Evie á orknoyska meginlandinum og útnyðringsoynna Westray. Fólk og fyritøkur, uttan fast netsamband, hava hesar vikurnar verið noydd at brúka 4G hotspots fyri at avgreiða teirra viðurskifti á netinum.

Tað gott 500 íbúgvar á Westray. Kaðalslitið hevur eisini rakt Sanday og Stronsay

BT hevur nú boðað frá, at tey rokna við at ætlaða kaðalskipið kann koma í næstu viku at umvæla skaðan. Til tað er gjørt lovar BT at gera alt sum er møguligt hjá teimum at skaffa fyribils loysnir fyri at íbúgvarnir kunnu hava trygt telesamband.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder