- Vit royna í øllum førum at fáa samgonguskjalið liðugt rímiliga skjótt. Eg tori ikki at seta dag á, nær vit fara víðari til tað næsta, men tað sær út til at ganga væl, sum nú er, og vit hava fingið nógv niður á pappír. Nógv kom av skafti í gjár, nógv skal eisini avgreiðast í dag - og aftur í morgin.
Soleiðis segði Beinir Johannesen, tá hann á middegi skuldi greiða FM1 frá gongdini í samgongusamráðingunum, sum byrjaðu í skrivstovuhølum løgtingsins klokkan 10 mánadagin.
Samráðingarleiðarin, ið er tann einasti sum úttalar seg, staðfest eisini, at man slett ikki er komin hartil at viðgera landsstýrissessir. Tjóðarsemjan er eisini eitt evni, sum "flokkarnir skulu hyggja uppá og finna loysnir uppá"
- Vit savna tilfar inn, skriva og viðgerða eisini onnur mál, sum hinir bólkarnir ikki taka. Vit hava eisini ein bólk í dag, sum eitur "nýskipanir", sum eisini er eitt stórt mál. Eg haldi, at øll eru samd í at varðveita nýskipanarnevndina, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.
Fýra fólk eru løgd afturat samráðingunum í dag. Tað eru fyrstu varafólkini hjá Fólkaflokkinum, Astrið Breckmann og Fía Selma Nielsen, og hjá Sambandsflokkinum, Magni Højgaard og Hermann Samuelsen. Anna Falkenberg er eisini við, men hon er næstforkvinna og vald á Fólkating.
Hjá Javnaðarflokkinum eru tvey tey fyrstu varafólkini Bjørt Lind og Eyðgunn Samuelsen, burturstødd, og tískil ikki við í sjálvum samráðingunum.
- Varafólkini koma at vera við mynda løgtingið, so tað er týdningarmikið, at tey eisini eru partur av hesum samráðingunum, staðfestir Beinir Johannesen.
Hildið verður á við samráðinginum út á kvøldið.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók við samráðingarhølini niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald