2026-03-31 17:48
Tá Isabella prinsessa verður liðug við student í summar, fer hon at gera herskyldu í Slagelse.
Hesum boðar Kongshúsið frá í dag.
Christian krúnprinsur gjørdi eisini herskyldu í Slagelse.
Prinsessan verður millum tey fyrstu at gera herskyldu í 11 mánaðir. Fólkatingið samtykti í 2023, at herskyldan skuldi leingjast frá fýra upp til 11 mánaðir, og at tað eisini skuldi vera líka fyri bæði kynini.
Herskyldan hjá prinsessuni byrjar í augustmánað.
Isabella prinsessa (Mynd: Steen Evald, Kongshúsið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald