- Eg drekki í kvøld, tí tað er ein dreymur fyri meg at vinna Paradise Hotel. Eg vænti ikki tað er nøkur veitsla aftaná eg vónandi havi vunnið Paradise Hotel. So hetta er síðsta veitsla, og í kvøld skal eg bara hugna mær og feira, at eg eri komin so langt.
Hann hevur annars lagt alkoholið á hillina, og hevur tískil havt ein stóran fyrimun gjøgnum alt spælið í mun til hini, sum drekka nærum hvørt kvøld meðan tey eru á Paradise Hotel.
Karl Weihe er komin so mikið langt í kappingini, at nú metir hann seg kunna hátíðarhalda tað.
- Nú drekki eg, so nú skal eg vera ordiliga fullur, sigur hann.
Og hini halda eftir øllum at døma, at tað er stuttligt, at sandavágsmaðurin endiliga smakkar sær á.
- Tað er stuttligt, at Karl endiliga drekkur seg fullan. Eg gleði meg at síggja tað, tí tað havi eg ikki sæð enn. Tað skal nokk ganga galið, sigur luttakarin Marius Lilliendal.
Teir báðir føroyingarnir á Paradise Hotel, Teresa Ovenberg og Karl Weihe, eru nú millum fimm tey síðstu.
Paradise Hotel sæst á Viaplay. Finalan verður fríggjadagin.
Les eisini: Video: Karl skapar hurlivasa undan finaluvikuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald