Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu átta bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Í Leirvík kannaði løgreglan ferðsluna á einum strekki, har mest loyvda ferðin er 30 kilometrar um tíman. Har fingu fýra bilførarar klipp fyri at koyra 48 kilometrar um tíman, og ein fekk klipp fyri at koyra 47 kilometrar um tíman.
Á sama strekki misti ein koyrikortið fyri at koyra 57 kilometrar um tíman, og ein fekk klipp fyri at brúka hondhildna fartelefon, meðan hann koyrdi.
Við Skipaneskrossin, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 111 og 113 kilometrar um tíman. Báðir bilførarar høvdu havt koyrikort í styttri enn trý ár, og fingu teir tí koyriforboð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald