Innanlands

45 kilo av kokaini umborð á Norrønu

Hetta er størsta nøgdin av kokaini, sum hald er lagt á í Íslandi

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-04-02 10:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin í farnu viku, tá Norrøna legði at í Seyðisfirði í Íslandi, legði íslendska løgreglan hald á 45 kilo av kokaini.

Talan er um størstu nøgd av kokaini, sum hald er lagt á í Íslandi, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Ein maður er handtikin í málinum og er varðhaldsfongslaður í tvær vikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder