Innanlands

Pressarin sigldi á Skerhólm

Báturin lak illa, og boð vórðu send eftir bjargingarbáti og tyrlu

(Mynd: jn.fo)

(Mynd: jn.fo)

2026-04-02 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan 23.30 í gjárkvøldið varð boðað frá, at Pressarin hevði siglt á Skerhólm í Sørvágsfirði.

Ein alibátur kom til hjálpar, bjargingartyrla varð eisini boðsend, og Rescue Ivan hjá Sørvágs bjargingarfelag varð eisini sendur á staðið, skrivar Kringvarpið.

Pressarin lak illa, og hann er í morgun tikin upp á keiina í Sørvági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder