Innanlands

– Tað hevur týdning at fáa eina breiða samgongu

Samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin halda fram leygardagin

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum er samráðingarleiðari (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum er samráðingarleiðari (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-02 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samgongusamráðingarnar eru farnar í páskafrí.

Mánadagin byrjaðu samráðingarnar um eina ABC-samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, og samráðingarnar eru komnar væl áleiðis.

Tað segði Beinir Johannesen, samráðingarleiðari og formaður í Fólkaflokkinum við FM1 í gjár.

– Eg haldi vit nærkast at vera komin hartil, at vit hava eitt útkast (til samgonguskjal) klárt, segði Beinir Johannesen, sum legði afturat, at tað vónandi verður klárt áðrenn páskadag.

Í dag, skírisdag og í morgin, langa fríggjadag er steðgur í samráðingunum, men leygardagin hittast partarnar aftur.

Samráðingarleiðarin sigur, at tað hevur gingið væl at finna felags stev, hóast talan eru um tríggjar ymiskar flokkar, og heldur hann, at tað hevur týdning, at Føroyar fáa eina breiða samgongu.

– Eg haldi tað hevur týdning, eisini fyri Føroyar, at mann hevur eina breiða samgongu, sum kann fáa nakrar varandi loysnir til frama fyri Føroya fólk, segði hann við FM1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder