Mentan

Video: Njóta síðstu tíðina saman

- Eg eri eitt sindur full og eg hyggi mær bara. Vit hava tað ordiliga skeg saman og eg haldi hann er so deiligur, sigur Teresa Ovenberg, sum endar í baðikari saman við Rasmusi Skov

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-02 19:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka: Viaplay)

Til síðstu veitsluna á Paradise Hotel verður ikki spart uppá nakað, og romansan millum havnarkvinnuna Teresu Ovenberg og Rasmus Skov.

Farið verður í svimjihylin tá kvøldið lakkar móti endanum, og her finna Teresa og Rasmus skjótt saman. Tá farið verður upp, verður hildið fram inni á kamarinum, har tey fara í bað.

- Eg eri eitt sindur full og eg hyggi mær bara. Vit hava tað ordiliga skeg saman og eg haldi hann er so deiligur. Vit njóta síðstu tíðian saman og tað eri eg takksom fyri, sigur Teresa Ovenberg.

Rasmus Skov hevur vónir um meira, men hann verður vónbrotin.

- Sjálvt um eg veruliga havi hug til Rasmus, so skal einki henda í kvøld. Eg haldi heldur, vit eiga at bíða til vit koma heim. Nú hava vit bíðað so leingi kortini, og bara tað at vera saman og at mussast og sova saman er meira umráðandi enn at fara "all in", sigur Teresa Ovenberg.

Hetta er í næstseinasta parti av Paradise Hotel. Her er tað blivið greitt, at Teresa Ovenberg ikki verður í finaluni. Tað verður Karl Weihe hinvegin, og hann stendur enntá við møguleikanum at velja millum at varðveita Anna Seneca sum partnara ella at fáa sær partnaran gjøgnum at kalla alt spælið, Nikoline Kjær, aftur.

Paradise Hotel sæst á Viaplay. Næstseinasti partur kom út í dag og síðsti partur og finalan verður í morgin klokkan 14.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder