Ólavur Eysturdal hevur gingið á leistum fyri ikki at provokera nakran. Men nú hann takkar fyri seg í Føroyum á hesum sinni, letur hann upp fyri tí, sum hann hevur upplivað í føroysku fólkakirkjuni.
Tað ger hann í poddvarpsrøð í tveimum pørtum í Frihedsbrevet.
Í poddvarpsrøðini verður komið inná tveir veingir í føroysku fólkakirkjuni. Tey liberalu øðrumegin og tey konservativu hinumegin.
Grundgevingin fyri, at hann nú flytir av landinum skal stava frá einari samrøðu, sum Ólavur Eysturdal, hevði við Jógvan Fríðrikson, bisp, fyri einum góðum ári síðani.
Fyrsti partur av tveimum er tøkur hjá Frihedsbrevet. Hald krevst fyri at lurta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald