Uttanlands

Zelenskyj: Umboð úr USA boðin til Kyiv

Ukrainski forsetin vil taka samráðingarnar um eina friðaravtalu uppaftur

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2026-04-03 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur bjóðað umboð úr USA til ukrainska høvuðsstaðin Kyiv at taka samráðingarnar um eina friðaravtalu uppaftur.

Innbjóðingin var givin á einum talgildum fundi í vikuni, sigur Zelenskyj sambært Ritzau. Hann leggur afturat, at hann hevur fingið "jalig signal" úr USA.

Amerikanarar hava áður roynt at mekla millum Ukraina og Russland fyri at fáa eina friðaravtalu í lag, men tað hevur higartil ikki eydnast.

Russland og Ukraina hava verið í kríggj síðan 24. februar 2022, og sambært ukrainska forsetanum er støðan hjá Ukraina á hermótinum betri, enn hon hevur verið seinastu tíggju mánaðirnar.

Fyrrapartin varð ukrainska høvuðsstaðarøkið rakt av einum umfatandi russiskum dronu- og rakettálopi. Í minsta lagi ein persónur lat lív.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder