Skírisdag og langafríggjadag er steðgur í samráðingunum, men í morgin halda samgongusamráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin fram.
Sum Portalurin skilur, verða samráðingarnar tiknar uppaftur fyrrapartin í morgin klokkan 10.30
Samráðingarnar byrjaðu mánadagin, og Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum er samráðingarleiðari segði við FM1 mikudagin, áðrenn stutta páskasteðgin, at samráðingarnar vóru komnar væl áleiðis.
Vónirnar eru at hava eitt útkast til samgonguskjal klárt áðrenn páskadag, segði hann. Hoyr samrøðuna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald