Mentan

Vinnaraparið av Paradise Hotel funnið

Í greinini verður avdúkað, hvør vinnur Paradise Hotel

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-03 16:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka: Viaplay)

Tað var hansara stóri dreymur og tað vantaði ikki nógv í. Tí í finaluni av Paradise Hotel var sandavágsmaðurin Karl Weihe eina atkvøðu frá at vinna spælið.

Tá avtornaði var tað Rasmus Skov, sum stóð við avgerðini um Karl Weihe og Nikoline Kjær ella Simon Rihan og Jasmin Klaudia, sum skuldu vinna Paradise Hotel.

[object Object]Rasmus Skov stóð við avgerðini í síðsta enda (Mynd: Viaplay)

Tá stóð á jøvnum við trimum atkvøðum frá dómsnevndini til hvørt par, og tíverri fyri okkum føroyingar valdi Rasmus Skov, at Simon og Jasmin skuldu vinna.

[object Object](Mynd: Viaplay)

- Eg haldi ikki eg havi sæð ein so skuffaðan mann áður í einari finalu. Og eg havi gjørt nógvar finalur. Hvussu hevur tú tað, Karl, spurdi royndi verturin Rikke Gøransson.

- Eg havi kempað so hart fyri hesum, og gjørt tað perfekt. Og vinni ikki kortini. Eg veit, at Nikoline og eg hava uppiborið tað meira. Tey bæði (Simon og Jasmin, red.) hava tapt her inni, og nú vinna tey. At Rasmus ikki sær tað, er skuffandi, segði ein knústur Karl Weihe.

[object Object]Ein knústur Karl Weihe verður troystaður av Teresu Ovenberg (Mynd: Viaplay)

Teresa Ovenberg gjørdi sítt og atkvøddi fyi Karli og Nikoline, men tað var ikki nokk.

Jasmin Klaudia og Simon Rihan enda við at vinna Paradise Hotel 2026. Eftir hetta var álitisroynd, har tað ber til at vinna upp til 500.000 krónur. Her snýr tað seg um at stóla uppá hvønn annan og at halda einari kúlu sum longst, men tað gjørdu tey bæði als ikki. Simon Rihan tveitti kúluna í gólvið longu aftaná 100.000 krónur. Jasmin Klaudia stendur eftir við ongum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

(Upptøka: Viaplay)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder