2026-04-04 12:45
Fráferðin hjá Smyrli í dag 17.30 verður framskundað til 16, og túrarnir páskadag kl. 8:30 av Krambatanga og av Havnini kl. 11 verða ikki sigldir.
Orsøkin er, at Smyril í morgun hevði tekniskt brek, og strandfaraskipið mátti avlýsa fyrru túrarnar í dag.
Fyribils umvæling av brekinum hevur gingið so mikið væl, at fráferðin av Krambatanga seinnapartin kann framskundast nakað, men í morgin má brekið umvælast endaligt so Smyril aftur kann sigla við fýra motorum, og ikki við trimum sum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald