Mentan

Tarira heiðrar tónaskaldi við útgávu

Í dag fyllir Tróndur Bogason fimmti ár, og í hesum sambandi gevur kórið Tarira út eitt lag hjá honum við orðum hjá Shakespeare

2026-04-05 11:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kórið Tarira, undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, gevur út stak lagið ‘Sonnet LXX’ eftir Tróndi Bogassyni á 50 ára degi hansara 5. apríl 2026.

Tarira bíleggur javnan verk frá frá føroyskum tónaskøldum, og vil á tann hátt gera kórrepertoirið í Føroyum meira fjølbroytt, áhugavert og viðkomandi fyri komandi ættarlið av kórsangarum og tónaskøldum.

Í samband við Shakespear verkætlanina hjá kórinum í 2016, tá 400 ár vóru liðin síðani deyða Shakespears, bílegði Tarira fleiri verk frá føroyskum tónaskøldum og ‘Sonnet LXX’ var eitt teirra.

Tarira hevur givið út eina heildarútgávu, ‘Døgg’, í egnum navni og hevur harumframt luttikið á fleiri øðrum útgávum, m.a. ‘Mai-mynd’, sum eru sangir eftir Knút Olsen og ‘Fljóðir av ljósi’, sum eru verk eftir Kára Bæk og saman við Teiti, sum kórið í fleiri førum hevur samstarvað við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder