Ferðsluløgreglan avdúkaði fleiri bilførarar í nátt, sum ikki hildu seg innan fyri hámarksferðina.
Gjørdar vóru ferðmátingar í Sundalagnum, har fimm mál vórðu skrivað.
Í tí eina førinum var talan um koyring uttan førararætt. Ein bilur varð máldur at koyra 106 kilometrar um tíman har hægst loyvda ferðin er 80 – hetta gevur klipp.
Á strekkinum við brúnna um Streymin, har mest loyvda ferðin er sett niður til 60 kilometrar um tíman, vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu 80, 82 og 86 kilometrar um tíman. Tað gevur klipp í kortið, men av tí at tann eini av bilførarunum júst hevur fingið koyrikortið, fekk viðkomandi forboð fyri at koyra í eina tíð.
Við Skipanes máldi ferðsluløgreglan tveir bilar fyri at koyra ávikavist 115 og 117 kilometrar um tíman. Hesir bilførarar fingu treytaða frádøming av førararættinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald