Uttanlands

Johnny Reimar gjørdist 82 ár

Danski 'partysangarin', sum hevði eina ógloymandi framførslu á G! í 2009, doyði í gjár, 82 ára gamal

2026-04-05 10:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski sangarin og undirhaldarin, Johnny Reimar, doyði í gjár eftir stutta sjúkralegu. Tað upplýsir dóttir hansara, Lotte Reimar, á Facebook. Joynny Reimar gjørdist 82 ár.

- Tað uggar okkum, at pápi okkara hevur havt eitt stuttligt, spennandi og heilt fantastiskt lív. Vit vita, at hann hevur havt týdning fyri nógv, og fyri okkum hevur hann havt allarstørsta týdning, skrivar dóttirin.

Upplýst verður ikki hvat deyðsorsøkin er, skrivar Ritzau.

Johnny Reimar hevði eitt langt lív sum tónleikari, og er eitt nú kendur fyri hitt so sum "Bind dit gule hårbånd" og ikki minst "Sikke'n fest" og "Du burde købe dig en tyrolerhat".

Johnny Reimar var eisini maðurin handan fótbóltssangin hjá danska landsliðnum til HM í Meksiko í 1986 "Halli, Halli, Hallo".

Johnny Reimar hevði eina sera væleydnaða konsert saman við sínum ‘partybandi’ á G! festivalinum í 2009.

Umframt at undirhalda við sínum sangi, var Johnny Reimar eisini vertur í fleiri undirhaldssendingum í donskum sjónvarpi.

Í 1976 keypti hann rættindindi til ‘Smølfarnar’ í Danmark, og hann gjørdi eisini tónleik við hesum smáu, bláu, tekniseriufigurunum.

Johnny Reimar giftist Annie Lindberg í 1967 og saman fingu tey fýra børn.

- Pápi okkara var eitt hjartaheitt, alskið og gávumilt menniskja, og var ófatiliga errin av síni stóru familju, og sum altíð hevur stríðst og strevast fyri at forsyrgja og forkela okkum øll, skrivar Lotte Reimar á Facebook.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder