Fýra fólk vóru í gjár fanga í einum skalvalopi í økinum Quassi sunnan fyri Nuuk í Grønlandi. Ein persónur lat lív.
Tað var klokkan 15.45 lokala tíð, at løgreglan fekk fráboðan um hendingina.
Tilbúgvingin sendi bjargingarfólk til staðið við tyrlu at leita eftir fýra fólkum, og hjálpa tveimum øðrum, sum vórðu fangað ovast á einum fjalli í økinum.
Vaktleiðarin hjá grønlendsku løgregluni upplýsti fyri KNR í gjárkvøldið, at tey funnu fýra fólk í kavanum, sum vórðu flutt við tyrlu til floghavnina í Nuuk og síðan á sjúkrahús.
Tey vóru niðurkøld, og ein teirra – ein 17 ára gamal drongur – yvirlivdi ikki hendingina. Tvey vóru í gjárkvøldið framvegis innløgd, men tó uttan fyri lívsvanda, meðan tann fjórði persónurin ikki hevði tørv á viðgerð.
Tey seks fólkini vóru á snjóskutaratúri í økinum, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald