2026-04-05 21:04
Í annaðkvøld, 2. páskakvøld, verður føroyskur dansur í Havnar Klubba.
Eftir eitt væleydnað kvøld 6. februar tá næstan 100 fólk vóru og dansaðu føroyskan dans, var avgerð tikin um at aftur hava eitt slíkt tiltak 2. páskadag.
Eins á seinast, eru tað Jón Rói Høgnesen og onnur sum skipa.
Dyrnar lata upp klokkan 20 og farið verður upp á gólv klokkan hálvgum tíggju.
Ókeypis atgongd er til tiltakið. Aldursmarkið er 18 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald