Innanlands

Felagskirkjulig gudstænasta í Mariukirkjuni

Á felagskirkjuligu gudstænastuni, sum í ár verður 7. apríl, verður savnað inn til verkætlanina LivLívið hjá Bláakrossi

Í ár verður felagskirkjuliga gudstænastan í Mariukirkjuni (Mynd: Google)

Í ár verður felagskirkjuliga gudstænastan í Mariukirkjuni (Mynd: Google)

2026-04-06 12:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár skipa kirkjur og samkomur í Suðurstreymoy fyri felagskirkjuligari gudstænastu.

Í ár verður gudstænastan í katólsku kirkjuni – Mariukirkjuni týsdagin 7. apríl kl. 19.30.

Á skránni verður tala, sangframførsla, felagssangur og upplestur.

Á hvørjum ári hevur verið ein innsavning til eitt góðgerandi endamál. Í ár verður savnað inn til verkætlanina LivLívið hjá Bláakrossi.

Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa í kirkjuni.

Fólkakirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder