Uttanlands

Leiðari fyri iranskari fregnartænastu deyður í ísraelskum álopi

Tað vátta bæði Ísrael og Iran

Túsundatals iranar savnast í sambandi við jarðarferð hjá embætisfólki, sum hevur latið lív undir krígnum (Mynd: EPA)

Túsundatals iranar savnast í sambandi við jarðarferð hjá embætisfólki, sum hevur latið lív undir krígnum (Mynd: EPA)

2026-04-06 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Majid Khademi, sum hevur staðið á odda fyri fregnartænastuni hjá iransku kollveltingarverjuni, síðan táverandi leiðarin varð dripin í juni 2025, er í dag dripin í einum ísraelskum álopi, váttar ísraelski herurin á sosiala miðlinum X.

Khademi arbeiddi fyri at fremja yvirgangsálop kring heimin og hevði ábyrgdina av eftirliti við sivilum iranum, skrivar ísraelski herurin m.a. sambært Ritzau.

Iranska kollveltingarverjan hevur eisini boðað frá, at Khademi er dripin í einum álopi. Tá varð sagt, at talan var um eitt ísraelskt-amerikanskt álop.

Khademi er tann seinasti í einari langari røð av embætisfólkum í iranska stýrinum, sum er dripin í ísraelskum og amerikonskum álopum undir krígnum í Iran, sum byrjaði 28. februar.

Í álopinum 28. februar varð táverandi ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei ayatollah m.a. dripin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder