Nú løgtingsvalið er av og samráðingar eru um nýggja samgongu, heitir áhugafelagið Føroyingar fyri friði á politisku flokkarnar um at raðfesta friðarhugsjónina, tá landsstýrið verður skipað.
Føroyingar fyri friði mælir til, at eitt friðaraðalráð ella ein friðarskrivstova verður skipað.
– Eitt tílíkt friðaraðalráð ella friðarskrivstova, sum í trá við friðarhugsjónina virðir ymiskar mentanir, menniskjarættindi og javnstøðu og atknýtt virksemi við atliti at vápnaavdubbing, kann bygnaðarliga verða staðsett í uttanríkistænastuni.
– Við støði í tí diplomatiska arbeiði, sum verður gjørt í dag, kann eitt friðaraðalráð ella friðarskrivstova menna ein føroyskan førleika í at byggja brýr millum fólkasløg og heimsins lond til tess at fyribyrgja kríggj og ósemjur landanna millum; og har kríggj er, kann ein føroysk friðarskrivstovu ítøkiliga vera við til at fáa frið í lag millum krígsførandi londini, skrivar Føroyingar fyri friði m.a. í skrivi, sum kann lesast her.
Áhugafelagið heldur, at landsstýrið kann gera ein jaligan mun við einum friðaraðalráði ella friðarskrivstovu, sum kann hava ein virknan leiklut á altjóða pallinum at finna burðardyggar diplomatiskar friðarloysnir tvørtur um landamørk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald