Tvey ung fólk, sum komu til Føroya við flogfari í gjárkvøldið, eru skuldsett fyri at smugla rúsevni til Føroya.
Talan var um tveir danir, sum vóru 20 og 18 ár - ein mann og eina kvinnu, sum høvdu smuglað hassj innvortis.
Tey vórðu steðgðað av tollarunum, løgreglan varð boðsend, og vórðu tey koyrd í skannaran á Landssjúkrahúsinum, sum vísti, at tey høvdu rúsevni innvortis. Skanningin av kvinnuni vísti eisini okkurt annað enn rúsevni, og varð hon tí innlød á Landssjúkrahúsinum í nátt.
Mett verður, at bæði høvdu yvir 80 gram av hassji innvortis, og at tað var ætlað til víðari sølu, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Maðurin og kvinnan vórðu leyslatin aftur seinnapartin og send aftur til Danmarkar. Málið kemur fyri rættin seinni.
Dagførd kl. 15.35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald