Amerikanski forsetin, Donald Trump, helt tíðindafund í gjárkvøldið, har høvuðsevnið var støðan í stríðnum við Iran.
Men móti endanum av tí meira enn tímalanga tíðindafundinum endurtók forsetin ynskið sítt um at fáa ræðið á Grønlandi, skrivar Danmarks Radio.
Viðmerkingin fall eftir at hann hevði greitt frá um hvussu nónøgdur hann er við Nato, sum hann kallar ein ‘pappírstikara’, vísandi til eitt kinverskt orðafelli um onkran, ið tykist ræðandi, men í veruleikanum ikki er tað.
Síðani vendi hann ábreiðslurnar móti fleiri Nato-londum fyri ikki at hjálpa USA.
Hann rósti tó Nato-aðalskrivaranum, Mark Rutte, sum hann kallaði fyri ‘ein fantastiskan persón’.
Síðan segði hann:
- Alt byrjaði við Grønlandi, um tit vilja hoyra sannleikan. Eg vil hava Grønland. Tey vilja ikki geva okkum tað, segði forsetin áðrenn hann fór av tíðindafundinum.
Tí ber ikki til at greiða nærri frá, júst hvat hann meinti við, skrivar Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald