Skúlablaðið: - Hetta er annað árið, at vit brúka Betri vinir sum part av undirvísingini, og tað hevur gingið væl. Mann skal líka læra tilfarið at kenna og at brúka tað. Men tá mann hevur roynt tað nakrar ferðir, er tað lættari, greiðir Gudni frá.
- Tað er nógv at hugsa um, tá ein er flokslærari í 1. flokki. Næmingarnir skulu ígjøgnum nógv í t.d. føroyskum, so tað kann kennast eitt sindur møtimikið at fáa okkurt nýtt inn. Men tá mann so hevur arbeitt við tí í eina tíð, er tað undir húðini.
Tað er upp til lærararnar, hvussu teir brúka tilfarið í undirvísingini.
- Mann nýtir ikki ein heilan tíma upp á tað. Vit brúka kanska 10-15 minuttir móti endanum av einum tíma til at taka okkurt evni upp. Tað kann t.d. vera ein samrøðumynd. Við at brúka samrøðumyndirnar merkir mann lættliga, hvat rørir seg í flokkinum.
Samrøðumyndirnar, sum fylgja við tilfarinum, kunnu hjálpa børnunum í gongd við at práta um ymiskar støður, sum gera seg galdandi flokkinum. Tað kann t.d. vera ein støða í bóltspælinum í fríkorterinum, har lærarin ikki er til staðar.
- Tá næmingurin so kemur inn aftur, er hann kanska keddur um eitthvørt, sum kann vera trupult at fáa næmingarnar at tosa um, og tá kunnu samrøðumyndirnar hjálpa. Við teimum kunnu vit lærarar fáa innlit í, hvat rørir seg í flokkinum. Tær kunnu vera ein hjálp, bæði tá ið talan er um spæl og sosialar spælireglur. At sleppa upp í spælið er t.d. ein klassisk støða, sum verður misskilt.
Og hevur Betri vinir gjørt mun?
- Eg vil siga, at uttan Betri vinir høvdu vit ikki tosað um hesi virðini, sum Betri vinir byggja á: tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Herfyri segði ein av okkara næmingum øgiliga sigandi: “Í okkara flokki happa vit ikki, tí vit hava Betri vinir.” Okkara kensla er, at hetta gevur nakað, og at tey verða skúlað til at fara upp í hægri flokkar. Vónandi eru tey væl brynjað, sigur Gudni.
Gudni og Annemie gleðast um, at so nógv av tilfarinum er at fáa á føroyskum. Tað ger stóran mun fyri hugin at brúka tilfarið.
- Og so hevur ráðgevingin riggað væl. Tað hevur verið gott at fáa prátið við vegleiðaran, sum hevur verið og eygleitt tíman beint aftan á, at tímin er liðugur. At mann kann taka fatur í trupulleikan beinanvegin.
Áðurnevnda massasjan hevur eisini víst seg at vera eitt hitt millum tey yngstu á Tofta skúla.
- Tað hevur víst seg at geva góða meining at brúka massasjuna í flokkinum. Teimum dámar at fáa massasju og at geva einum øðrum massasju. Haraftrat hevur massasjan nógv gott við sær millum kynini í og við, at tey skulu venja seg við, at tað er natúrligt at gentur geva dreingjum massasju og øvut.
Á Tofta skúla hava tey fingið sær til vana at byrja dagin væl saman.
- Hvønn morgun siga vit góðan morgun við hvønn annan aftan á morgunsangin. Næmingarnir standa í røðum, og tá morgunsangurin er liðugur, fer tann fremsti aftureftir og hyggur í eyguni á hvørjum einstøkum og sigur góðan morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald