Fáar tímar eftir at teir fýra astronautarnir umborð høvdu sett frástøðumetið frá 1970 fóru tey aftur um mánan og komu undan aftur eftir eina góða løtu uttan radiosamband.
- Tað er heilt serligt at hoyra frá jørðini aftur, segði Christina Koch tá hon hoyrdist aftur úr rúmdarfarinum.
Tað hendi eftir at tey ikki høvdu havt radiosamband í 40 minuttir meðan rúmdarfarið var handan mánan.
Rúmdarfarið er nú á veg aftur til jarðar.
Í morgun okkara tíð sást amerikanski forsetin, Donald Trump, í sendingini frá Nasa. Hann ynskti manningini til lukku fyri at hava skrivað søgu við at hava verið tey, ið hava ferðast longst burtur frá gongustjørnuni jørðini.
Í gjárkvøldið beint áðrenn klokkan 19 okkara tí fór Orion-rúmdarhylkið um punktið fyri metið, sum Apollo setti í 1970. Tað var 400.171 kilometrar frá jørðini.
Handan mánan settu tey nýtt met við at vera 406.772,9 kilometrar frá jørðini, upplýsir Nasa.
Tá teir fýra astronautarnir umborð vórðu vaktir á degi nummar seks, hendi tað við røddini hjá astronautinum Jim Lovell, sum var umborð á bæði Apollo 8 og Apollo 13, skrivar Reuters.
- Vælkomin til gamla grannalag mítt. Hetta er ein søguligur dagur. Gloymið ikki at njóta útsýnið. Góða ferð víðari, ljóðaði í hátalarunum. Jim Lovell doyði í fjør, 97 ára gamal.
- Tað var kul at hoyra Jim Lovell. Hetta verður ein góður dagur, segði Jeremy Hansen í gjár við netmiðilin Space.
Hendan rúmdarferðin er fyrsta mannaða royndin undan komandi mánalendingum. Ferðin byrjaði 1. apríl, og menningin væntast at lenda aftur í Kyrrahavinum fríggjakvøldið ella leygarnáttina. Hetta er fyrsta mannaða rúmdarferðin til mánan síðan 1972.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald