Fyrr í kvøld varð sjávt samgonguskjalið liðugt, og nú er málsøkjabýtið komið uppá pláss.
Harvið vanta bert seinastu snøklarnir, fyri at vit hava eina ABC-samgongu aftur.
Hetta váttar Beinir Johannesen í kvøld fyri Portalinum og FM1.
Hoyr hvat samráðingarleiðarin segði fyrr í kvøld
Ein tíðindafundur væntast at vera seinni í vikuni, har formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum fara at leggja samgonguskjalið fram.
Mikudagin vera vit helst eisini klókari, í mun til hvussu málsøkjabýtið sær út - og harvið eisini hvussu nógv aðalráð vera.
Sí eisini: Meira enn helmingurin vil hava seks aðalráð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald